Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri: Hetta er ein stórur dagur á Viðareiði

Helgi Abrahamsen

Viðareiðistunnilin hevur stóran týdning fyri bygdina, og eg vænti og vóni, at bygdin fer at standa í vøkstri..

“Viðareiðistunnilin hevur stóran týdning fyri bygdina, og eg vænti og vóni, at bygdin fer at standa í vøkstri, sum hon hevur gjørt tey seinastu nógvu árini – og kanska fer hon at vaksa uppaftur skjótari enn hon hevur gjørt.” Tað sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði.

Norðlýsið hittu borgarstjóran fríggjadagin, uttanfyri Hotel Norð, har hátíðarhaldið var fyri nýggja tunlinum.

“Tað eru fólk sum eru setst aftur orsaka av ampanum sum hevur verið av at koyra eftir Viðareiðisvegnum,” sigur Hans Jákup. Tí heldur hann, at tað fyri viðingar var røtt avgerð at gera hendan tunnilin fyrst, áðrenn nýggir tunlar verða gjørdir Norður um Fjall.

“Sjálvandi eru tunlarnir Norður um Fjall ein fløskuhálsur, har trygdin ikki er nóg góð, og teir eru so slettis ikki tíðarhóskandi, so sjálvandi skulu teir eisini skiftast út sum skjótast,” sigur Hans Jákup Kallsberg.

“Men fyri tey sum hava verið úti fyri hendingum á Viðareiðisvegnum, hevur Viðareiðisvegurin verið ein nógv størri avbjóðing á hávetri og í illveðri enn gomlu tunlarnir eru. Tí er hesin tunnilin tað størra framstigið fyri okkum” sigur hann.

“Sambært langtíðarætlanini verða hinir tunlarnir ikki lidnir fyrr enn í 2024, men tað hava vit tíverri ikki tol at bíða eftir, so vónandi verður tann ætlanin framskundað,” sigur Hans Jákup Kallsberg.

“Hetta er ein stórur dagur á Viðareiði, og allir viðingar eru glaðir fyri nýggju farleiðina,” sigur hann.