Hans Jørgen Djurhuus og Høgni Madsen eru væl ávegis til attaka metið fyri flestu gul kort eitt kappingarár.
Um vikuskiftið fekk Hans Jørgen sítt 8. Gula kort í ár ogfær tí sítt næsta leikbann í ár. Hetta vikuskiftið sat Høgni Madsen sítt næstaleikbann yvir hetta kappingarárið. Hann hevur somuleiðis 8 gul kort. Báðir havateir leikt í 11 dystum. Hetta merkir, at teir nú einans skulu hava 2 gul kortfyri at fáa næsta leikbannið. Tilsamans í Effodeildini hevur Høgni Madsen 66ferðir fingið gula kortið, meðan Hans Jørgen Djurhuus hevur fingið eitt gultkort minni ella 65 gul kort. Har hava teir framvegis langt upp til Bartal Eliasen(89) og Fróða Benjaminsen (76).
Samanbera vit við onnur ár síðani landskappingin fekk 27 umførí 2005, so eru 8 gul kort eftir 13 leikumfør høgt tal av kortum.
Flest gul kort síðani landskappingin bleiv 27 umfør:
2012: 11 (Jens Joensen)
2011: 10 (Bartal Eliasen)
2010 8 (Símun Hansen,Evrard Blé, Jens Joensen og Pætur Dam Jacobsen)
2009: 9 (Evrard Blé)
2008 11 (Hans Jørgen Djurhuus)
2007: 11 (Martin Tausen)
2006: 11 (Mikkjal Thomassen)
2005: 10 (Høgni Madsen, Mikkjal Thomasen og Jákup á Borg)
Kelda: FaroeSoccer




