Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Jørgen velur Effodeildina framum Old Boys kappingarnar

Jákup Ósá

Royndi miðvallarleikarin hjá Víkingihevur gjørt langtíðarsáttmála (eftir mátistokki hjá eldri leikarum) í Effodeildini, hóast aldurinloyvir honum at spæla við Old Boys.

Víkingur boðaði í dag frá, atføroyameistararnir høvdu gjørt nýggjan sáttmála við 37 áragamla Hans Jørgen Djurhuus. Talan var um tvey ára sáttmála viðHans Jørgen, sum fyri einum mánaði síðani segði seg hava ivastí, um hann fór at spæla víðari, um Víkingur vannføroyameistaraheitið. Men hugurin er sera góður til at spæla áhægsta støði, hóast hann hevur aldur til old boys kappingarnar,sigur hann við Norðlýsið.

– Tað sær mikið hugnaligt út, táRúni K. Joensen, Niclas K. Niclasen og aðrir kappast til Old Boyskappingarnar. Man kundi eisini farið venjaravegin sum Súni Olsen.Men tað má bíða í tvey ár, tí Champions League fótbólt færman ikki møguleikan at spæla oftani, sigur 37 ára gamli HansJørgen Djurhuus við einum smíli við Norðlýsið.  

Mynd: Víkingur.fo

Harleyfacadeacryl