Tá eg fekk møguleikan at verða leiðari í BORG Klaksvík, so kundi eg ikki lata hendan møguleika fara aftur við borðinum
BORG í Klaksvík hevur fingið ein nýggjan leiðara. Hans Michael í Mittúni er úr Klaksvík 46 ár, giftur og eigur tríggjar dreingir.
Eg vil fegin bjóða mær sjálvum av og møguleikin at venda aftur til Klaksvíkar at arbeiða taldu nógv í avgerðini, sigur Hans Micael við Norðlýsið.
Hetta er ein heilt onnur verð enn tað sum eg eri vanur við, men avbjóðingin er spennandi. Eg havi drúgvar leiðsluroyndir í skúlaverkinum, sum fara at koma mær til góðar í nýggja sessinum.
BORG í Klaksvík er ein førandi heildarveitari til byggivinnuna, og mín ætlan er at halda fram við at veita eina góða tænastu og í samstarvi við viðskifta fólk okkara at gera hesa tænastu enn betri.
Tað arbeiða 70 fólk í BORG samtakinum, harav umleið 15 arbeið í Klaksvík.


