Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Pauli Samuelsen á veg til Víking

Jákup Ósá

Leikarin váttar, at hann er í samráðingum við Víking.

Leikarin váttar, at hann er í samráðingum við Víking, men sigur at eingin endalig avgerð er tikin enn.

Hann er leikarin sum hevur lagt upp til klárt flest mál í ár í Effodeildini. Vinstri vongurin í B36, Hans Pauli Samuelsen, er heilt greitt millum bestu leikararnar í Effodeildini í ár. Men tað er ikki vist, at B36 fær gleði av dugnaliga leikaranum næsta ár.

Víkingur vil hava Hans Paula

Hans Pauli Samuelsen er í løtuni lærlingur og hetta merkir, at hann fyri tað mesta arbeiðir í Havn. Men hann býr á Eiði og seinastu vikurnar hava søgur gingið um, at Hans Pauli Samuelsen er uppá tal í Víkingi. Og nú váttar Hans Pauli, at tað kann væl vera, at hann spælir í Sarpugerði næsta ár.

– Eg havi tosað við Víking og skal tosa við teir aftur heilt skjótt. Eftir tað skal eg so venda aftur til B36, har eg havi havt tað gott, og vit hava eisini havt eitt gott kappingarár. So eg dugi ikki at siga, nær mín avgerð er tikin, men feløgini ynskja at fáa tað uppá pláss skjótt, sigur Hans Pauli Samuelsen við Norðlýsið.

Hann sigur, at hann eisini hevur tosað við EB/Streym og Skála, men at hann ætlar at spæla í bestu deildini, og har stendur tað millum Víking og B36. Av hesum báðum feløgunum er Víkingur meir sannlíkt í løtuni.