Nýliga frættist um føroying búsitandi í Amerika, ið fylti 90. Hetta er Hans Skálagarð, ættaður úr Skúvoy.
Nýliga frættist um føroying búsitandi í Amerika, ið fylti 90. Hetta er Hans Skálagarð, ættaður úr Skúvoy.
Fyri stuttum vitjaði eg Hjartvard Skálagarð yngra bróðir Hans. Hjartvard og eg búðu at kalla í sama grannalagi í Klaksvík, har hann í mínum unglingaárum var politistur.
Vit báðir Hjartvard høvdu ein frálíkan seinnapart saman, og eg slapp at avmynda nakrar málningar inni hjá honum í Havn, sum bróðirin í Amerika hevur málað.
Skúlaskip sítt, W. G. Marshall (myndin), málaði Hans Skálagarð í 2007. Hann var við sluppini sum 15 ára gamal.
Hanus (Hans Skálagarð) búði í fjøruni, sigur Hjartvard, seyð og landbrúk hevði hann ongan áhuga fyri, men fór tíðliga at tosa um at fara til Amerika. Tíðliga krígsárini fór hann til Keflavíkar í Íslandi fyri at royna at sleppa við skipi, sum fór til Amerika.
Fyrsta royndin miseydnaðist, tí hann hevði ikki pass. Aðru ferð gekk betur. Í Keflavík vitjaði hann dag um dag havnarlagið at vita, um ikki okkurt skip var, sum hann kundi sleppa við til Amerika. Loksins eydnaðist at sleppa við amerikonskum skipi.
Hans Skálagarð sigldi øll krígsárini og undir øllum koreakrígnum, og mangan leikaði hart á. Tá ið teir sameindu í 1944 gjørdu innrás í Normandínum, var Hanus við. Hann var við skipi, sum eitt nú tók hermenn upp úr sjónum.
Ringast var Hanus tó staddur í Kyrrahavinum, sigur bróðirin Hjartvard. Har sigldi hann við tangaskipi, sum japanskur sjálvmorðspilotur (kamikaze) bumbaði í luftina. Manningin var 42, men einans tveir hóraðu undan, tá ið av tornaði.
Havið logaði rundan um søkkandi skipið, men Hanus, sum var av bestu svimjarum, megnaði at svimja undir vatninum fyrsta strekkið og soleiðis bjarga lívinum.
Í Amerika hevur Hans Skálagarð meginparin av lívinum búð í Carmel nærindis San Francisco í Kalifornia, har hann sum skilst er vinmaður kenda Clint Eastwood. Hans býr nú eitt sindur longur burturi frá San Francisco.
Í USA man Hans Skálagarð vera rættiliga kendur marinumálari, sum tað verður rópt – málar stór seglskip, herskip og onnur før – tí fólk keypa málningar hansara fyri einar 20.000 dollarar stykkið.




