Tað eru ikki bara útróðrarbátarnir, ið hava fingið fisk tað sum farið er av árinum. Trolbátarnir hava eisini rakt við, og Hansa Maria Í Lorvík hevur júst landað í Lorvík av besta túrinum hjá skipinum nakrantíð. Skipið er bygt í 2002.
Karstin Højgaard, skipari sigur, at teir høvdu 628 kassar og vá lastin upp ímóti 70.000 pundum. 90% av veiðuni var toskur. Karstin Højgaard er royndur skipari og segði hann, at tað er meiri at fáa nú enn vit kunnu siga at trolbátarnir hava fingið leingi. Fiskaklettur hevur fingið tveir heilt góðar túrar og vit høvdu ein túr uppá 4 dagar, sum bleiv avbrotin uppá 400 kassar og nú hendan, sum er tann besti hjá skipinum nakrantíð. Fýra mans eru við Hansu Mariu.




