Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HANUS G. JOHANSEN og DANNY & THE VEETOS í Spaniastovu

Tíðindaskriv

Konsert verður í Spaniastovu leygarkvøldið 5.mars kl. 22.00 við tónleikaliga garvaða HANUS G. JOHANSEN og tónleikaligu ungu og sprelsku DANNY AND THE VEETOS.

Tónabrúgv á Tunnilsdegnum

Konsert verður í Spaniastovu leygarkvøldið 5.mars kl. 22.00 við tónleikaliga garvaða HANUS G. JOHANSEN og tónleikaligu ungu og sprelsku DANNY AND THE VEETOS. Atgongumerki á kr 100 kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og í Leikalund.

Hanus G. Johansen

HANUS G. JOHANSEN er ein av mest royndu føroysku tónleikarunum í dag. Hann er eyðkendur við síni djúpu rødd og frálíku tulkingum av fleiri føroyskum yrkjarum, serstakliga Hargaskaldið Poul F. Joensen.

HANUS G. JOHANSEN hevur framleitt tónleik til fleiri fløgur. Úr rúgvuni kann nevnast : 3 fløgur við yrkingum hjá Poul F. Joensen, har “Gaman og álvara”, 1988, var hin fyrsta. 2 fløgur hevur hann spælt inn saman við Aldubáruni. Tær eru “Bouquet”, 2000, og “Frå Leddiken”, 2006. Á tí seinru er tónleikur til yrkingar hjá norska skaldinum Jacob Sande. Í 2010 gav HANUS G. út eina EP við løgum til 5 yrkingar hjá Hans Jákup Glerfoss.

Fyri sítt tónleikaliga avrik hevur HANUS G. JOHANSEN fingið Listavirðisløn Miðlahúsins, 2008, Sømdargáva landsins, 2012, og Listavirðisløn Nólsoyar Páls, 2013.

DANNY & THE VEETOS

DANNY & THE VEETOS hoyrir tónleikaliga heima í Folk- og Poppsjangruna. Tónleikur teirra er lívsjáttandi við eitt sindur av sorgblídni.

Bólkurin, sum byrjaði at spæla fyri umleið 4 árum síðani, hevur heimstað í Klaksvík. Manningin er :

Danny Baldursson, gitar og sang, Páll Brim Joensen, ukulele og sang, Jóhan Nolsøe, gitar, Robert Waagstein, trummir og sang, Símun Dam, synth, Pætur Gerðalíð, bass og Rúni Hentze, trompet.

Bólkurin, sum nýliga hevur verið á Grønlandsferð, spælir glaðan og festligan tónleik. Eitt av mest spældu løgum teirra er vakra lagi Sunnukvøld í Mai.