Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus Hansen kennir seg misnýttan í sjónvarpssendingini “Stríðið um tey 10 prosentini”

Helgi Abrahamsen

Hanus Hansen, stjóri í JFK trol, er als ikki nøgdur við sendingina “Stríðið um tey 10 prosentini”, sum varð send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum mánadagin 14. mars. Hanus Hansen sigur við Norðlýsið, at í sendingini verður hann lýstur sum ein, ið tekur fult undir við, at partar av fiskirættindunum verða seld á uppboðssølu, og hetta er gjørt við at klippa nakrar viðmerkingar burtur, har hann annars ger púra greitt, at hann tekur als ikki undir við eini skipan við uppboðssølu.

Eitt dømi um hetta er, tá Jan Lamhauge sigur í samrøðuni við Hanus: “Tey 10 prosentini, tey gera ongan stórvegis mun” og Hanus svarar: “Vissi mann visti, at tað var bara tað í alla framtíð, so hevði tað kanska verið at liva við, ja.”

Tað sum síðani varð sagt í samrøðuni, men sum varð klipt burtur var hetta:

Jan Lamhauge: “…og bara í eitt ár, so ger tað næstan ongan mun?”

Hanus Hansen: “Jú tað ger mun. Tað ger 10 prosent.

Jan Lamhauge: “Jú, jú, men tað blívur stadigvekk betri enn kanska 2012 var samanlagt.”

Hanus Hansen: “Tað ger nógv meira enn 10 prosent, tí tú skalt hava eitt ávíst tonsatal fyri at kunna fáa eitt null. So eru tey eyka tonsini sum gera at yvirskotið blívur størri. Sum eg havi sagt oftani: Mær hevði dámt nógv betur eina skipan hvar mann – vissi tað gekk væl so betalti mann fyri at fiska, ella at mann hevði ein hægri skatt. Mær dámar ikki uppboðssølu, tí tað kemur at oyðileggja. Tað eri eg sikkur í.”

Eisini segði Hanus í samrøðuni, at tað at selja rættindini á uppboðssølu er ringasti máti hjá landskassanum at fáa pengar inn.

Út frá hesum heldur Hanus Hansen tað vera skeivt av journalistinum at koma til tað niðurstøðuna, at hann skal taka undir við uppboðssølu.

Fyri at fáa røttu myndina fram, hevur Hanus Hansen tí avgjørt at leggja eina óredigeraða útgávu av samrøðuni fram fyri almenningin. Samrøðan kann síggjast og hoyrast her: