Hetta fer at fáa øgiliga ávirkan á reiðaríini og manningarnar, sigur Hanus Hansen reiðari á JFK
Hetta fer at fáa øgiliga ávirkan á reiðaríini og manningarnar, sigur Hanus Hansen reiðari á JFK
Norðlýsið fekk orðið á ein týðuliga ónøgdan reiðara á JFK, nú samgongan hevur lagt Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi fyri løgtingi.
Inntjeningin hjá felagnum kemur at verða nógv lægri, í 2016 vórðu lønarútgjaldingarnar hjá JFK samtakinum góðar 300 mió. kr. og vit keyptu tænastur fyri 250 mió. kr. Nú skal triðingur í spæl og tað kemur uttan iva at lækka okkara lønarútjaldingar í framtíðini og sjálvandi verður tað fyrst har tað gongur ringast, sigur Hanus Hansen.
Hetta er politisk útluting av grovasta slag og spurningurin er um hetta ikki er eitt slag av ognartøku, sigur Hanus.
Vit skulu ikki so øgiliga nógv ár aftur í tíðina tá virkir keyptu seg út á sjógv og tað verður akkurát tað sama her, sigur Hanus Hansen.
Sí samrøðuna við Hanus Hansen niðanfyri:




