Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus Samró við eini dagførdari ungdómsskaldsøgu

Danial Viðoy

Ummæli: Hanus Samró hevur skrivað sína triðju skaldsøgu innan trý ár. Ikki kann sigast annað enn, at Hanus, sum eisini fæst við løgtingsarbeiði, er ein úrtøkumikil høvundur. Hann er vaksin við uppgávuni. Higartil er hetta tann besta skaldsøgan, sum eg havi lisið hjá Hanusi Samró. – Hanus hevur gjørt sær meira ómak við hesi skaldsøguni; tað eru ikki so nógv ”MEN” í ’Ein Dagføring’, sum ungdómsskaldsøgan eitur.

Ummæli: Hanus Samró hevur skrivað sína triðju skaldsøgu innan trý ár. Ikki kann sigast annað enn, at Hanus, sum eisini fæst við løgtingsarbeiði, er ein úrtøkumikil høvundur. Hann er vaksin við uppgávuni. Higartil er hetta tann besta skaldsøgan, sum eg havi lisið hjá Hanusi Samró. – Hanus hevur gjørt sær meira ómak við hesi skaldsøguni; tað eru ikki so nógv ”MEN” í ’Ein Dagføring’, sum ungdómsskaldsøgan eitur.

Í gjár kom nýggja skaldsøgan hjá Hanusi Samró út. Eg haldi at hon er væl eydnað.

*NB: Hetta er eitt ummæli frá mær, mín uppliving av nýggjastu skaldsøguni hjá Hanusi Samró. Ikki ein akademisk analýsa eftir einum frymli.

Talan er um eina ungdómsskaldsøgu og eg meti at hann hevur rakt plett, at hendan fer at verða vælumtókt millum unga lesaraskaran. Skaldsøgan fevnir um hugsanarháttin hjá føroyska ungdóminum, tað at verða viðurkendur, ikki bara millum manna, men eisini á Facebook. Søgugongdin er fyri tað mesta á G!-festivalinum. Hetta lættir um innlivingina hjá tí unga og hjá mær, sum hevur upplivað G!

Ungdómsskaldsøgan snýr seg í stuttum um ein samleikasøkjandi unglinga, ið ágrýtin leitar eftir sínum javnlíkum. Uttan at avdúka ov nógv, er hesin Benjamin, sum høvuðspersónurin eitur, eitt lætt offur, ið onnur gera sær dælt av. Benjamin hevur eitt týpiskt summar, har G! sjálvsagt er ein partur í summarskránni. Á G! 2014 hendir mangt og hvat, slíkt, sum er partur av G!-veruleikanum. Hvussu honum gongst, ja tað vil eg ikki avdúka. Ein viðkomandi søgugongd, ikki bert fyri ein ungan lesara, men eisini fyri tann vaksna, ið vil vita, hvussu tjaldingarøkið á G! gongur fyri seg.

MEN

Lat meg taka MEN’i fyrst. Eg prátaði við høvundan í septembermánað. Hann fortaldi mær tá, at hann hevði eina ætlan og hevði skrivað eitt sindur av eini byrjan til eina nýggja skaldsøgu. Hann fór at royna at skriva skaldsøguna lidna til jólasøluna. Nú er hon longu komin út. Skjótt skrivað, má eg siga.

Tað er vandi í hvørjari vælferð. – Meðan eg havi lisið bókina, hava onkrar stavivillur stungið seg upp. Tað er altíð óheppið. Tað ávirkar ikki lesnaðin kortini, men stavivillur/trýstvillur eru altíð eitt misprýði.

Viðurkenning og ’likes’

Eg haldi, at Hanus Samró við hesi bókini rakar mergin á føroyska ungdóminum. Hann megnar at fáa hugsanarhátt teirra, framferð á Facebook og leitanina eftir viðurkenning og ’likes’ við í skaldsøguna. Hetta kemur fram í skaldsøguni í gjøgnum høvuðspersónin, ið er væl frágingin og nágreinaður. Sum skilst hevur Hanus í hyggju at gera eina framhaldssøgu. Forarbeiðið (hendan fyrsta bókin) er gott gjørt, av tí at høvuðspersónurin er so væl lýstur. Grundvøllurin er til eina framhaldssøgu.

Dagført málbrúk

Málbrúkið í skaldsøguni er viðkomandi, lætt, stuttligt og ikki minst beinrakið. Satt ungdómsmál, sum er nokkso ávirkað av havnamáli. Høvundurin kemur við dagførdum samanberingum ella metaforum. Eitt nú lesa vit einastaðni, at beistið spjaddi seg sum kynssjúka á G!

Og SEX-lýsingarnar, ið kanska er vørumerkið hjá Hanusi, eru beinraknar. Tað verður einki dult, tað verður væl og virðiliga lýst. Og orð sum ’fulltíðarbums’ og ’munndiarré’ lætta bara um lesnaðin. – Umframt hetta, verður Facebook-mál eisini tikið í nýtslu.

Sjálvspei

Hanus Samró er ikki bangin fyri at gera gjøldur við sær sjálvum í skaldsøguni. Eini tríggjar ferð sipar hann til sín sjálvs, og eg sum lesari kann ikki annað enn smíla, tá ið hesar reglurnar geva seg til kennar. – Eitt nú snakkar hann um pornobókina, sum løgtingsmaðurin hevði skrivað. Eisini ilskast ein ung genta inn á Hanus Samró, sum einki hevur gjørt fyri tey ungu, síðani hann varð valdur. Hetta kryddar søgugongdina. Restina kunnu tit lesa og flenna eftir.

Ein tíðarfongur

Eg haldi at hendan skaldsøgan er ein tíðarfongur. M.a. tí at Hanus er væl inni í heimligum og útlendskum samfelagsviðurskiftum, ið koma til sjóndar í bókini. Hanus Samró megnar enntá at koma við eini góðari lýsing av sjólívinum. Eitt nú verður Ebola havt á lofti og tey allar seinastu politisku málini, ið hava elvt rumbul í føroyska samfelagnum.

Umframt hesi ’veruligu’ tingini, lýsir Hanus eisini ungdómin; á hvønn hátt hann uppførir seg í dag. Eg haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá ið eg sigi, at hendan ungdómsskaldsøgan lýsir eins væl sína tíð og Martin Joensen á sinni gjørdi við skaldsøguni, Fiskimenn. Hanus rakar mergin á føroyska ungdóminum, hugsanarhátturin er veruliga soleiðis, sum Hanus lýsir tað í skaldsøguni.

’Ein dagføring’ fær 4 út av 5 tumlum frá mær (y)