Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hanus: – Sjúrðarberg leigaður til Grønlands

Jóhann Lützen

Hanus Hansen, reiðari á JFK upplýsir fyri Norðlýsinum at minkandi kvotan hjá reiðarínum í Barentshavinum er beinleiðis orsøk til at teir nú mugu finna aðrar vinnuvegir til Sjúrðarberg.

Norðlýsið vitjaði á Kósavirkinum í dag fyri at frætta um Sjúrðarberg, nú tað ljóðar at hann antin er til sølu ella skal leigast út.

Hanus Hansen, reiðari á JFK upplýsir fyri Norðlýsinum at minkandi kvotan hjá reiðarínum í Barentshavinum er beinleiðis orsøk til at teir nú mugu finna aðrar vinnuvegir til Sjúrðarberg.

– Vit hava gjørt sáttmála við Grønlands Naturinstitutt um at leiga Sjúrðarberg í 47 dagar, frá síðst í mai til miðjan juli. Tað verða 6-7 av okkara fólki umborð hesa tíðina, vanliga eru tað 20, sigur Hanus Hansen reiðari á JFK

Sí samrøðuna við Hanus Hansen niðanfyri

 

Hanus Hansen um Sjúrðarberg from Norðlýsið on Vimeo.