Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Har trúgvin er høvðispartur lívsins

Jóhs.M Olsen

Nú um dagarnar legði Heini í Skorðini tað so til rættis her heima, at ljós var sett á vánaligu lagnu teirra kristnu í ávísum støðum í heiminum. Harumframt hevur áður í norðurlondum verði víst á forfylgingar og lívlát teirra kristnu, sagt hevur verði at neyðvan áður hevur forfylging teirra nakrantíð verið størri enn nú.

Nú um dagarnar legði Heini í Skorðini tað so til rættis her heima, at ljós var sett á vánaligu lagnu teirra kristnu í ávísum støðum í heiminum. Harumframt hevur áður í norðurlondum verði víst á forfylgingar og lívlát teirra kristnu, sagt hevur verði at neyðvan áður hevur forfylging teirra nakrantíð verið størri enn nú.

Sonur Guðs Jesus Kristus tosaði mangan um vegin til lívið, kallaði seg sjálvan vegurin og lívið og heitti á menniskir um at:” ganga inn um hit tronga portri, tí at vítt er portri og breiður er vegurin íð førir til undirgangs og mong eru tey, íð ganga inn um tað”

Víðari segði Jesus:” tí at trongt er portri, og mjáur er vegurin, íð førir til lívs, og fá eru tey, íð finna hann.” Matt.7,13; Okkum nýtist ikki at ivast um førleikan hjá honum íð hetta segði, ein og hvør íð frávaldi ella frávelur breiða vegin avtíð trúgvin á orð Guðs er vorðin høvispartur í eins lívi hann kann rokna við mótstøðu og høgum umkostningum, søgan er full av prógvum um hetta.

Heilt frá mannalívið byrjaði á jørð hevur Satan roynt at forfylgja, villleiða og beina fyri Guðs fólki. Hann er Guðs óforsónligi mótstøðumaður, byrjaði sítt virksemið í Edens urtagari.

Bíblian sigur, at á seinastu døgum kemur hin óndi at intensivera styrkið sína til hægsta stig í royndini at beina fyri ríki og fólki Guðs, so hann kann fremja sína ætlan um tað reina Satans ríkið, sum nær við kemur at eyðnast honum.

Amboð hevur hin óndi haft allar tíðir, men her í endatíðini, endabrestinum sigur skriftin, vil hann ogna sær eitt serligt brúkbært amboð Antikrist. Sjálvt navni sigur alt um viðkomandi persón.

Bíblian sigur:” Børn míni, tað er hin sísti tímin, sum tit hava hoyrt at Antikrist kemur, soleiðis eru nú mangir Antikrist komnir upp, og av hesum kenna vit, at tað er hin sísti tímin” 1 johs.2,18,

Í einum ávísum samanhangi, segði Jesu:” Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur.”Matt.24,36; Tí velji eg at trúgva at so verður eisini í hesum samanhangi. Guðs fólk er í bestu hondum.

Jóhs.M Olsen