“Eg eri heilt ótrúliga væl nøgdur við konsertina. Eg hevði vóna at tað fóru at koma kanska eini 20 – 30 fólk, men her bleiv næstan full kirkja.”
“Eg eri heilt ótrúliga væl nøgdur við konsertina. Eg hevði vóna at tað fóruat koma kanska eini 20 – 30 fólk, men her bleiv næstan full kirkja.” Tað sigurJuel Høgnesen, sum sunnudagin skipaði fyri eini harmonikukonsert í Leirvíkarkirkju við heimskenda norska harmonikuspælaranum Håvard Svendsrud.
“Hetta hendi so knappliga. Eg skrivaði til hansara á facebook um møguleikanat koma til Føroya at spæla, og hann segði at hann kundi koma beinan vegin,”sigur Juel. Hann tók av og vónaði tað besta, men hann viðgongur, at tá ódnirnarherjaðu í desember fór hann at ivast, hvussu hetta fór at verða, men tað gekkalt fínt.
Tónleikurin sum Håvard Svendsrud spældi á konsertini var ikki tað sum vitføroyingar vanliga seta í samband við harmonikuspæl, men var meira klassiskt.
Konsertin var ókeypis, og Juel Høgnesen stóð einsamallur sum fyriskipari.Spurdur hvussu hann hevur fíggjað hetta sigur Juel Høgnesen stutt og greitt:
“Hetta er ein jólagáva til mín, sum eg deili við onnur.”




