2. november var fyrsti dagur , tá loyvt var at skjóta haru og tað fór ikki aftur við borðinum uttan nakað á Viðareiði.
Á Viðareiði vóru hendan dagin 11 mans í hagapørtunum inni í dølum og Uppi á Váli og skutu harur. Veðrið var hampuligt, turt, men nakað av vindi.
Fongurin má sigast at vera góður. 60 harur fingu teir og er hetta betri enn tað hevur verið seinastu nógvu árini verður sagt av Viðareiði.




