15. januar verður skipað fyri stórari veitslu fyri harumonnum og áhugaðum, á Hotel Norð á Viðareiði.
Tað hevur verið siðvenja at Hotel Norð hevur skipað fyri haruveitslu, har harumenn kunnu savnast og tosa um farna árið og hvussu harutíðin royndist.
Nakrir av hagapørtunum hava gjørt nógv burturúr og onkur av hagapørtunum hevur á korti ført inn, hvar í haganum harurnar eru fingnar, ímeðan aðrir hava gjørt nógv burturúr at viga harurnar og eisini staðfest kynið.
Árið í ár hevur eftir tí, sum vit hava frætt verið rættuliga gott í norðoyggjum, meðan aðrastaðni hava vit frætt um at árið hevur roynst lakari.
Á haruveitsluni á Hotel Norð í ár, verður Dorethe Block við, har hon fer at greiða frá sínum kanningum av føroysku haruni og eisini verður onkur byrsukønur við at greiða frá um skotvápnið og hvussu farast skal um vápnið. Framsyning av byrsum og útgerð til haruskjóting.
Skráin fyri kvøldið
Byrjað verður kl. 19.00 har menn møtast og seinni verður farið til borðs har borðreitt verður við trimum rættum: Forrætt, høvuðsrætt, omaná verður dessert og kaffi.
Umframt fyrilestrur og frágreiðing verður undirhald við klæðum og undirklæðum, felagssangur og annað.
Dansur verður aftaná og konufólk hava ókeypis atgongd til dansin.
Í fjørð vóru harumenn úr øllum landinum á Viðareiði til haruveitsluna og roknað verður eisini við í ár at síggja hópin av harumonnum aðrastaðni frá, tí forkunnugt er at frætta um haruskjótingina aðrastaðni.
Tilmelding á telefon 217020 í seinasta lagið 12. januar. Eisini vera sera góð tilboð giving til gisting á Hotel Norð.




