Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hasla Elder, dóttir Mallu og Hans Josephsen, farin

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Hasla giftist til Skotland við Alexander Elder. Alexander ella Alec, sum hann vanliga varð kallaður, var væl kendur millum føroyskar trolaramenn her. Hann var trolaraskipari sjálvur og seinni eisini reiðari.

Hasla var, sum sagt, dóttir Mallu og Hans Josephsen – Hans í Miðvági, vanliga nevndur. Hans og Malla fingu nýggju børn, har tvey teirra eru farin og nú eisini Hasla.

 

Undirritaði hitti Haslu Elder í 2015, tá ið hon var í Klaksvík á vitjan við ommusoninum, David Carry. Hon búið hjá systrini, Ásu Heinesen á Kjalarvegnum, sum hon plagdi, tá ið hon var heima. Ein blíðlig og rólig kvinna, sum sýndi natúrligan og fyrikomandi myndugleika. Hon hevði nógv at siga frá.

 

Søgan byrjar við, at ein trolari kemur á Klaksvík fyrst í 50-unum, greiddi Hasla frá. Teir komu inn við einum manni, Ronny, ið hevði mist beinið av einum veiri, sum slitnaði umborð. Skiparin, Alec, sum hevði verið í leikum fyrr vegna kríggið, setti beinið niður í ein sukursekk, so maðurin ikki bløddi út og helt so leiðina inn til Klaksvíkar.

 

Ein av teimum, sum tóku ímóti á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og annars var um henda stakkals mannin dagarnar eftir, var Hasla Josephsen.

 

Hasla arbeiddi á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har hon eisini lærdi til sjúkrasystir, sum tað tá verð kallað. Manningin kom at vitja hin sjúka skipsfelagin, tá ið tað bar teimum til, og her rann saman millum Haslu og ein av manningini, skiparan Alexander Elder – Alec, sum hann vanliga varð nevndur.

 

Ronny, sum misti beinið, kom fyri seg aftur og gjørdist seinni skipari á øðrum trolara – Hann hevði verið stýrimaður hjá Alec. Alec helt eisini fram at fiska við Føroyar og hildu Hasla og hann saman alla tíðini.

 

Í 1957 flyta Hasla og Alec til Aberdeen og búsetast har. Tey giftast og fingu trý børn. Vera, sum eigur fimm børn – Jean, mamma kenda svimjaran, David, ið hevur systkini, Malena og Agnes. Eisini fingu Hasla og Alec sonin, Sandy, sum fekk krabba í beini og doyði 18 ára gamal.

 

Hasla fekk eitt størt hús og heim at røkja, sum hon røkti til lítar við kærleiksfullum og hegnigum hondum, og gjørdist ein vird kvinna í grannalagnum.

 

Tey vitjaðu aftur til Klaksvíkar hvørt summar, og gleddi familjan seg til, tey komu – Ofta við fínum bili, har róðrið var ”skeivu” megin til vinstra-koyringina í Skotlandi. Tá vistu øll í Klaksvík, at nú vóru Hasla og tey komin.

 

Heimið hjá Mallu, sum altið var fullt av fólki, handverkarum og lærlingum hjá Hans, bleiv bara enn fyllri. Men har var hjartarúm og gott at vera – Øll vóru vælkomin!

 

Um dagin fylltist eisini enn meir við systkinabørnum til bønini hjá Haslu, sum vildu heilsa uppá og spæla við tey enskt talandi børnini. Malla, omman, var tolin, røsk og blíð.

 

Alec gjørdist reiðari og hevði fleiri bátar. Hann heldur fram sína egnu leið og kemur væl fyri við egnum útgerðarfelag til oljuvinnuna. Samstundis er hann umboðsmaður vegna Skipafelagið í Aberdeen.

 

David Carry

Seinast Hasla var á vitjan í Klaksvík, var um summarið í 2015. Hon vitjaði reglulig heim á klettarnar og hetta summarið, sum bleiv hennara seinasta, hevði hon lovað ommusoninum, at tey bæði skuldu fara saman til Føroyar at vitja.

 

David hevði tá svomið í nógv ár á altjóða støði og eisini verið við til OL.

 

Skotska blaðið, Press and Journal, skrivar í útgávu síni týsdagin 14. mai. 2004 “Tann 13. august fer Aberdeen-svimjarin, David Carry at standa á sínum plássi á bretska svimjiliðnum við upplatingarhátíðina fyri Olympisku leikunum í Athen. Hetta er úrslit av drúgvu fyrireikingum hansara, heilt síðani hann var seks ára gamal”.

 

Hann hevur klárað seg væl, greiddi Hasla, omma hansara, frá. Ta einu ferðina, hann koma aftur frá OL við gull heiðursmerkjum um hálsin, kókaði alt Aberdeen. Tey vildi sleppa at heilsa uppá og heiðra David – har skipað var fyri móttøku fyri honum, tá ið hann kom aftur.

 

David minnist í 2015 ikki so nógv frá Føroyum, tí fyrstu ferð, hann var her, var hann einans fýra ár. Síðan tá hevði hann svomið nógv og ikki verið her.

 

Men hann og omman høvdu oftani tosað um Føroyar, tá ið hann var smádrongur og unglingi, og hann minnist, hvussu tað altíð glógvaði í eygunum hjá ommuni, Haslu, tá ið hon tosaði um Klaksvík og Føroyar, segði David.

 

Hasla, sum var næst elst av systkjunum, doyði sunnudagin 31. januar á einum ellisheimi í Aberdeen av Koronu, 89 ára gomul.

 

Ærað  veri minni um Haslu.