Eitt Suð í myrkri, hevði listakvinnan handan hetta meistarliga tiltak, Steinvør Fonn kallað ta heilt serstøku konsertina í Spinnarínum, sum var fyrstu ferð í gjárkvøldið 6. desember og heldur henda konsertrøðin fram til 8. desember 2020.
Í roynd og veru ber illa til at greiða frá konsertini, tí hon kann bert og má roynast og upplivast. Ella mást tú brúka eina rúgvu av lýsingarorðum, superlativum, tí her var ikki bara nógv gott fyri oyrini, men allar sansirnar – Ja, eitt kensluvað, sum tú ikki ert vanur við.
Hetta er ein tann besta konsertuppligving, eg havi verið til. Fantastiskt, ótrúligt, ómetaligt, einastandandi, framúr og eg kundi hildið fram.
Tú komst inn í eitt fjálgt Spinnarí, har ymsir stólar og sofur vóru stroyddar eftir gólvinum. Øll sótu í góðari frástøðu, í hvør síni sofu ella stóli – Fleiri staðni pør, sum hildu eitt sindu betur um hvønn annan, enn siður er til eina “vanliga” konsert, tí tað legði hølið, ljóssetingin og stemningurin upp til. Og tú sat í tínum egna lítla horni.
Tá ið so konsertin byrjaði, var totalt myrkt inni. Genturnar komu so inn eftir gólvinum við hvør sínari kertu og gingu fram “í kór” og stillaðu seg í góðari frástøðu – spjaddar um alla breiddina av húsinum, ið hesa løtuna kendist, sum ein katedralur ella ein dómkirkja.
Fyrsti sangur varð so sungin við kertu, og eftir hann vórðu tær eisini sløktar og alt var bølamyrkt inni. Soleiðis gekk fyrri helmingur av konsertini við ongum ljósi.
Myrkrið vakti eitt heilt annað ljóð og kenslu og eitt serstakt hugarensl, meðan ynsisligu raddirnar sungu – sungu sum einglar. Hetta ljóðið og sangurin annars kendist heilt serstakur og tankarnir fóru á flog.
Suð sang til hetta høvið betri enn nakrantíð, og bar hølið heilt víst ljóðinum sera væl uppi. Dynamikkurin, ljóðmyndin, klangurin, reinleikin, einleikin, fraseringarnar – alt var á hægsta stigi!
Tó at ikki vórðu sungnir so nógvir jólasangir, so kendist tað, sum tú sat ovarliga í eini líð og sá oman á hirðarnar, ið leitaðu sær heim aftur til garðaliðið – Ja, tú sást laðaða garðin, sum skilir innan- og uttangarðsjørðina eins og glæmuna úr fjósinum, meðan tú lýddi á hásongin beint har, tú sat.
Eydna Skaale
Men tað, sum kryddaði løtuna enn meir og gav henni enn meiri bót, var, at millum sangirnar las Eydna Skaale upp framúr tekstagreipur – ymisk sigandi tekstbrot – sum Steinvør hevði valt út til høvið.
Hennara lesikynstur var heilt serstakur og góður – tikin úr leikum! So tekstur, tú helt teg kenna, fekk eitt heilt annað innihald við hennara lesihátti. Eydna gav konsertin eitt triðja innihald, tú bara kann uppliva av hennara varrum.
Tað er eisini júst henda sama, Eydna Skaale, sum tvey ár á rað hevur vunnið altjóða røðuskrivikapping. Hon er útbúgvin retorikari, og tann kunnleika og kynstur hennara fingu vit í ríkiligt mát smakkin av í gjárkvøldið. Avbera gott!
Konsertin spælir við allar tínar sansir. At lurta í “blindum”, sum vit royndu í gjárkvøldið, er serstakliga góð kensla bæði fyri lurtaran, og uttan at taka nakað frá kórinum, so sungu tær eina tonn betri í myrkrinum, enn í ljósinum, ið var í seinna helmingi av konsertini.
Frálíka hegnisligt undirspæl á klaver var til onkrar av sangunum, sum hin dugnaligi Pætur við Keldu leikandi lætt spældi. Eisini hevði Magni Husgaard lagaligt undirspæl og ljóðeffektir, meðan tekstirnir vórðu lisnir upp.
Steinvør Fonn er ein dygdar kórleiðari, og hjá henni er bert tað besta nóg gott. Tað var tað eisini í ríkiligt mát í gjárkvøldið!
Hon hevði eisini valt tekstirnar út og sett teir hegnisliga saman til Eydnu Skaale at lesa upp, so teir hóskaðu til teir ymsu sangtekstirnar, ið sungnir vórðu eftir upplesturin. Alt hetta gekk upp í eina hægri eind!
Eg havi ikki orð fyri hvussu henda konsertin kann lýsast – Henda konsertin, tónleika-, teksta-, kenslu- og sangferðin kann bert upplivast.
Stóra takk fyri eina framúr uppliving.










