Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hástórt og hugmóðigt hjálandalæti

Jóhann Lützen

Tá ein gerst professari, inniber tað eina stóra tign. Roknað verður við at tú ert millum heimsins fremstu serfrøðingar á tínum øki. Tá viðtal verður gjørt við teg, er tað í kraft av teirri breiðu og djúpu vitan, tú hevur innan títt fakøki, og politikarar og fyrisitingarmyndugleikar fáa javnan at vita, at teir eiga at virða tað, tú sigur alment.

Tað kann væl vera, at danski professarin Marlene Wind var, sum hon sjálv sigur, tikin á skeiva beininum, eftir at hon var í heitari hólmgongu við catalanska loysingarleiðaran Carles Puidgemont mikudagin. Tað kann eisini væl vera, at føroyski fólkatingslimurin royndi at pallseta seg sjálvan, tá hann beyð loysingarleiðaranum til Danmarkar at røða. Men útsagnirnar hjá Marlene Wind tæntu ongum sum helst, minst av øllum henni sjálvari.

Spurd um hví Danmark hevði givið sjálvsavgerðarrætt til Grønland og Føroyar, svaraði hon niðurgerandi “Fordi de er meget fattige, og faktisk er vi ligeglade med dem.”

Her var annars upplagt at seta Danmark í eitt gott ljós, tí Danmark hevur hóast alt, ja hóast alt, (hetta er torført fyri ein loysingarmann at skriva) verði noytt at givið okkum meira sjálvræði enn hvat Spania hevur givið Catalonia. Men í staðin letur hon ein gamaldags hjálandahugburð skína ígjøgnum, sum vísir, at hástóri hugburðurin hjá harrafólkinum til atlondini framvegis livir sítt fríska lív í danska embætisveldinum.

Danski professarin hevur biðið um umbering, helst tí hon veit, soleiðis eigur ein professari ikki at úttala seg. Men harvið er ikki sagt, at hasar meiningarnar ikki finnast, tvørturímóti, bert at kutyma er at leggja lok á tær. Professarin sósar seg bara uppaftur meira inn, tá hon í umberingini sigur “hvis det en dag skulle ske, at der er nogle fra Rigsfællesskabet, der ønsker uafhængighed, så tror jeg ikke, at det kan mobilisere folk i gaderne på samme måde, som vi har set i Catalonien”.

Her áttu vit at farið út á gøturnar og víst henni, at eisini her fór hon skeiv!

Og nú vit tosa um at fólkið skal út á gøturnar og krevja loysing, so er hetta einasta loysnin, tí politiska skipanin í Føroyum finnur ikki útav at loysa.