Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hásummarhátið við Franklin Graham

Tíðindaskriv frá Evangeliska tiltakinum

Samkomurí og einstklingar í Føroyum standa í hesum døgum saman um evangeliskt átak viðheitinum ”Hásummarhátíð,” sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin 21.juni.

 

Saman við heimskendatónleikaranum og sangaranum Michael W. Smith og øðrum fer kendi evangelisturinFranklin Graham at tala í høllini á Hálsi sunnudagin 21. juni. Umframt MichaelW. Smith, fara hesi eisini at syngja: Dennis Agajanian úr USA, Johan og AnneBarbour, USA, Óskar Einarsson við ljómliði,. Eisini verða føroyskir sangarar.

 

Franklin Graham fer attala á tveimum møtum hendan dagin. Fyrra møtið verður kl. 18.00 og seinna møtið,sum verður kl. 21.30 verður ein serstøk løta, ið ætlað unga fólkinum, har ljómliðiðThousand Foot Krutch og Michael W. Smith fara at syngja.

 

Franklin Graham er sonurheimskenda evangelistin Billy Graham, sum 96 ára gamal í dag.

Sum ungur tók hann frástøðufrá tí andaliga, og  hann ikki fara atfylgja í fótafetum pápans. Men 22 ára gamal umlivdi hann eina andaligakollvelting. Hann var tá staddur í Jerusalem.

Síðani 1989 hevurFranklin Graham í miðal hildið 7 stórar evangeliskar fundarøðir um árið. FranklinGraham dag er ein  heimskendur og virdur evangelistur,sum ferðast um allan  heim.

Í september í 2013 hevðFranklin evangeliska fundarøð í Laugardalshøllini í Reykjavík, har 3- 4000 fólkvóru til møtini.

 

Hjálparfelagsskapurin“Samaritan Purse” (Pengapungur Samverjans), sum Franklin Graham leiðir, hevurvirkað í Føroyum í mong ár undir navninum “Cristmas Child.” Felagsskapurin savnarinn gávueskjur til treingjandi børn um allan heim.

 

Samaritan Purse veitirserkøna hjálp í heimsins vanlukkuraktu og truplu økjum, har menniskjur eru raktav álvarsomum trupulleikum, kríggi, hungri, jarðskjálvta o.a. Sum dømi kunnunevnast tann umfatandi jarðskjálvtin í Nepal og Ebola-sjúkan í Liberia. Har komhjálparfelagsskapurin hjá Franklin Graham, bæði við læknahjálp oghjálparútgerð.  

 

Franklin Graham berføroyingum hesa heilsan: 

“Allir føroyingarvælkomin, og okkara vón er, at tey, sum stríðast við lívsins ivamál og sum ynskja eina nýggja byrjan í lívinum,fara at koma til hásummarhátíð í Ítróttarhøllini.”

 

Umframt ítróttarhøllina,so er høllin “Dansifrøi” og eitt tjald hjá Tórshavnar Kommunu leigað tilendamálið. Har verða sjónvarpsskermar settir upp, so øll síggja og hoyra alt,sum fer fram.

 

Átakið “Summarhátíð” v.Franklin Graham hevur skrivstovu á Starvegi 5 á Hálsi í Havn, Har er eisini bønarløtahvønn yrkadag kl. 16-17. Øll eru vælkomin at leitað hagar hesa løtuna, umframtat seta seg í samband við skrivstovuna á tlf. 25 55 30.

Harleyfacadeacryl