Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátíðarhald á nýggja Blákrossheiminum

Torleif J

Leygardagin frá kl.14 -17. bjóðaði Blái Krossu (BK) Føroya, til hátíðarhald í nýggja Blákrossheiminum á Nesi, í samband við, at heimið er innilukkað.

Leygardagin frá kl.14 -17. bjóðaði Blái Krossu (BK) Føroya, til hátíðarhald í nýggja Blákrossheiminum á Nesi, í samband við, at heimið er innilukkað.

Frants Jensen, aðalskrivari í BK, bjóðaði vælkomin og leiddi løtuna.

Sverri Steinhólm, formaður í BK. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum

og Dakko Petersen, form. í bygginevndini og Johannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu søgdu nøkur orð.

Til stóra gleði fyri øll, sum vóru komin saman, spældi orkestrið Ælabogin fleiri løg.

Ein góður og heitur drekkamuður við góðum køkum afturvið kom væl við, tí kalt var í veðrinum.

Arbeiðið við heiminum gongur væl og eftir ætlan verður heimið klárt at taka í nýtslu til várs.