Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátíðarhald á Syðradali týsdagin

John William Joensen

Í samband við at nýggja samferðsluhavnin á Syrðadali verður tikin alment í nýtslu, verður almenn móttøka á nýggja havnaøkinum týsdagin

Tað verður landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, sum kemur at taka samferðsluhavnina alment í nýtslu og millum røðararnar verða Oyvindur Breimnes, stjóri á Landsverki og Magni Gerðalíð, borgarstjóri í Húsar Kommunu.

Skráin:
Kl. 15:30
Sam fer úr Klaksvík

Kl. 16:15
Sam fer av Leirvík

Kl. 16:30
Alment hátíðarhald byrjar.
Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
–         Oyvindur Brimnes, stjóri á landsverki.
–         Umboð fyri Strandfaraskip Landsins.
–         Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, tekur samferðsluhavnina alment í nýtslu.
Móttøka verður á havnaøkinum – smyrjibreyð við føroyskum viðskera.
Magni Gerðalíð, borgarstjóri í Húsar kommunu, heldur røðu.

Kl. 17:30
Bussar fara til Húsar

Kl. 18:00
Døgurði í bygdarhúsinum og skúlanum á Húsum –  Húsar og Klaksvíkar Kommunur eru vertir.

Kl. 20:00
Bussar fara til Syðradals

Kl. 20:30
Sam og Barskor fara av Syðradali til Leirvíkar og Klaksvíkar.
Húsar- og Klaksvíkar Kommunur heilsa bátunum við fýrverki.

Harleyfacadeacryl