”Tað eru í dag 25 ár síðani eg mynstraði umborð her.” Tað sigur Birgir Sivertsen, skipari á grønlendska havrannsóknarskipinum Paamiut.
”Tað eru í dag 25 ár síðani eg mynstraði umborð her.” Tað sigur Birgir Sivertsen, skipari á grønlendska havrannsóknarskipinum Paamiut. Norðlýsið hittir hann í skiparakamarinum, nú rundi starvsdagurin verður hátíðarhildin við bryggjuna í Klaksvík.
”Í 1988 fór eg til Grønlands til Royal Greenland, og eg skifti ta fyrstu tíðina ímillum skipini hjá teimum,” sigur Birgir.
”Í 1996 keypir Natúrinstituttið Paamiut, og eg fylgdi við,” sigur hann.
Paamiut er bygdur í 1971, og verður nú brúktur sum havrannsóknarskip. Havrannsóknirnar verða gjørdar frá mai til november. Um veturin plagar skipið at liggja í Danmark, og Birgir hevur fleiri ferðir borið uppá mál, at skipið átti heldur at ligið í Føroyum.
”Næstseinasta vetur lá skipið her og ímeðan gjørdi Klaksvíkar Sleipistøð umvælingar umborð, sum annars høvdu verið gjørdar í Danmark, og tað royndist stak væl,” sigur Birgir.
Í fjør var skipið aftur í Danmark, men henda veturin hevur tað aftur ligið í Klaksvík.
Spurdur hví skipið ikki liggur í Grønlandi um veturin, sigur Birgir Sivertsen, at tað verður mælt frá at lata skip liggja í kuldanum har yviri. Í Grønlandi ber heldur ikki til at taka so stór skipið uppá beding, um tørvur er á tí.
”Vit hava einaferð verið tiknir upp í Nuuk, men tað var akkurát so at vit sluppu av aftur, tí útgerðin var so vánalig, so tað tora vit ikki at gera aftur,” sigur hann.
Væl egnað men gamalt
Tvey havrannsóknarskip eru í Grønlandi. Hitt skipið er minni og ger kanningar inni við land.
”Vit eru bæði í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi og skipið verður eisini útleigað til kanningar í kanadiskum sjógvi. Tá eru kanadiskir biologar við,” sigur Birgir.
Paamiut er væl útgjørdur og sambært Birgiri er skipið sera væl egnað til havrannnsóknir.
”Tað verður alla tíðina tosað um at skifta tað út, og næsta ár skal eitt høvuðssýn gerast, og tað skal so lítið til, fyri at eitt punktum verður sett,” sigur hann.
Dámar væl at sigla saman við grønlendingum
”Mær hevur dámt væl at verið umborð her. Tú kemur í samband við nógv fólk, og at sigla saman við grønlendingum, – teir eru simpulthen deilig menniskju – fittir og raskir,” sigur Birgir.
”Her hava eisini verið nógvir føroyingar við gjøgnum árini – rættiliga nógvir klaksvíkingar. Ofta koma menn umborð, sum hava siglt við fyrr,” sigur hann.
Fasta manningin við Paamiut telur 14 umframt biologarnar sum kunnu vera millum 8 og 12.
Tá vit spyrja Birgir, hvussu leingi afturat hann fer at vera við skipinum svarar hann:
”Tað er ein góður spurningur. Eg havi siglt alt mítt lív og dugi ikki at ímynda mær ikki at skula sigla meira. Men sjálvandi dugi eg at síggja tað, at tíðin hjá mær hevur eisini ein enda. Men eg hevði vónað eini trý ár afturat,” sigur hann.
Birgir sigur, at hann visti ikki av, at nakað fór at verða gjørt burturúr runda degnum í dag.
”Eg visti einki fyrr enn eg hoyrdi tað í útvarpinum,” sigur hann við einum smíli.




