Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátíðarløta Marianne Clausen til minnis

Martin Fjallstein

Marianne Clausen, kórleiðari, tónleikagranskari og rithøvundur, doyði í septembur 2014. Stórverk hennara eru tey átta verkini við nótauppskriftum og royndum at analýsera tær upptøkurnar við løgum, kvæðum, vísum og sálmum, sum hon sjálv og onnur høvdu gjørt. Ein partur av hennara arbeiði var at uppskriva tær mongu variatiónirnar, sum hon hoyrdi í ymsum bygdum, tá ið hon tók upp kvæðir og sangir, sum gomul fólk sungu. – Hetta var mentanararvur, sum uttan hennara avrik vildi farið fyri skeytið. Marianna var eisini ágrýtin kórleiðari, sum í nógv ár gav sínum kórum fjølbroyttar og hendingaríkar løtur innan alskyns tónleik.

– Marianne in memoriam

Týsdagin 10. februar 2015 kl. 19:00

í Føroyahúsinum

Vesterbrogadse 17A

1620 København V

Marianne Clausen, kórleiðari, tónleikagranskari og rithøvundur, doyði í septembur 2014. Stórverk hennara eru tey átta verkini við nótauppskriftum og royndum at analýsera tær upptøkurnar við løgum, kvæðum, vísum og sálmum, sum hon sjálv og onnur høvdu gjørt. Ein partur av hennara arbeiði var at uppskriva tær mongu variatiónirnar, sum hon hoyrdi í ymsum bygdum, tá ið hon tók upp kvæðir og sangir, sum gomul fólk sungu. – Hetta var mentanararvur, sum uttan hennara avrik vildi farið fyri skeytið. Marianna var eisini ágrýtin kórleiðari, sum í nógv ár gav sínum kórum fjølbroyttar og hendingaríkar løtur innan alskyns tónleik.

Vit hava heitt á nøkur fólk, sum kendu Mariannu, og sum hvør í sínum lagi fegin vilja heiðra hana fyri hennara mikla granskingaravrik. Henni til minnis fara tey eisini at siga frá kórleiðaranum, dirigentinum og kvinnuni. Á fyrstu hædd verður framsýning av verkunum og øðrum hjá Mariannu.

Skráin

Fagnaðarljóð – eitt kingolag á saxofon

Hans Petur í Brekkunum spælir, býður vælkomin og stendur fyri tiltakinum

Felagssangur. Lars Nielsen (Con Brio) spælir undir á harmoniku

Marianna í orðum og myndum. Jens Galsgaard, maður Mariannu, vísir eina myndarøð við Mariannu og sigur frá henni, hennara lívi og virksemi

Felagssangur

Con Brio kórið syngur tveir sangir. Marianna var kórleiðari 1984-2013

Fróði Debes (Con Brio) hugleiðir um Mariannu, menniskjan, kórleiðarin og granskarin

Lars Østergaard (Con Brio) sigur ævintýrið Tær fýra stættirnar

Marita Akhøj Nielsen, dr. phil, greiðir frá tí mentanarsøguliga týdninginum av avrikinum hjá Mariannu

Húsakórið syngur tveir sangir. Marianna var kórleiðari 1978-2000

Magnus Dahl (Húsakórið) hugleiðir um Mariannu, menniskjan og kórleiðarin

Felagssangur

Sissal Kampmann lesur einar tvær yrkingar hjá sær

Janka Nielsen (Con Brio) syngur tveir rumenskar sangir, og maður hennara, Lars Nielsen, hevur fylgispæl við harmoniku

Tórur og Birgitte Johannesen syngja tvey kingoløg: Som den gyldne sol frembryder og Eg biði teg, Gud og harri mín

Mpiri kórið syngur tveir sangir

Bogi Mouritsen, ein teirra, sum fóru undir hetta kórið, sigur í stuttum frá sínum samstarvi við Mariannu

Con Brio, Húsakórið og Mpiri syngja saman: Nu rinder solen op af østerlide

Felagssangur

Føroyskur dansur. Fólk úr Fótatraðk og onnur skipa nakrar vísur

Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd. Okkurt smábit innan byrjan. Drykkivørur o.a. selt í barrini.

Harleyfacadeacryl