Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátrýstveður aftur í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í dag verður sama mynstur í veðrinum, sum tað var í gjár. Aftur í dag er tað eitt hátrýst yvir Russlandi, sum sendir luft haðani ímóti okkara leiðum. Hátrýstið er ikki viknað stórvegis enn, og tað stendur yvir mestsum sama øki. Júst sum í gjár stingur ein ryggur seg úr hesum hátrýsti vestureftir ímóti Føroyum. Hesin ryggur fer at liggja nakrar dagar afturat. Tískil fer veðrið at verða líkt veðrinum í morgun teir næstu dagarnar.

Ímeðan hátrýstryggurin stendur yvir okkara leiðum, hevur hann forðað lágtrýstum úr Atlantshavinum at koma ov nær. Eitt djúpt lágtrýst við nógvum vindi og regni hevur staðið yvir økinum vestan fyri Írland í nakrar dagar. Tað er steðgað í sini ferð ímóti okkum av hátrýstinum og rygginum. Og tað er gott.

Í morgun vísa veðurstøðirnar hjá Landverki vind úr landsynningi-suðuri – talan er um eitt andøvsgul; í støðum eitt stívt andøvsgul, 5 til 8 m/s. Hetta fer at vera vindferðin í allan dag. Viðvíkjandi avfalli, so kunnu æl væntast í allan dag, júst sum í morgun.

Hitin í dag fer at liggja um 10 stig.
Harleywoodpaint