Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hátrýstveður

Hanus Kjølbro

Nú er summar um alt Føroyaland. Sólin skínur so fagurliga oman og niðan í flestu støðum kring landið.

Bert eitt lítið lot úr útsynningi, undir 5 m/s – og barometrið er høgt, um 1020 hPa á middegi í dag. Hitalagið liggur um 11 til 13 stig.

Hátrýstveður er vanliga gott veður. Luftin søkkur spakuliga niður ímóti jørðini, av hæddunum langt oman fyri okkum – har sum tey stóru flogførini flúgva.

Á vegum niðureftir ornar hon og tekur vætuna í seg. Hetta ger vanliga lýtt og klárt veður.  

Í kvøld fer vindurin at veksa eitt lítið sindur, upp í einar 5 til 10 m/s, og eftir midnátt verður skýggjað.

Í morgin er ættin framvegis útsynningur. Vndferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s fyrrapartin, men tað minkar niður í lítið og einki beint eftir middag.

Hitalagið í morgin helst tað sum í dag, 11 til 13 stig.