Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hattin av fyri Hans Arna og Gunnvu

John William Joensen

Nú valið nærkast í heyst, byrja fólk at síggja, hvussu skili hevur verið innan Býráðsins gátt, men trúgv mær, somu menn koma at stýra aftaná valið.

Hatta, sum fyrigongur í Klaksvíkar Kommunu hevur als einki við politikk ella leiðslu at gera. Hatta er vinar og kenningarpolitikkur, tá ið hann er bestir og tí vera júst somu fólk innvald aftur.

Skal broyting koma í, skal bæði leiðslan og umsitingin skiftast út, tí hon hongur saman ídag og tað er stóri feilurin í Klaksvíkar Kommunu. Har er ein innari bólkir, sum stýrir øllum og tískil hava bæði Hans Arni og Gunnvá lagt frá sær.

Sera keðiligt, tí hesi bæði eru nýggj í politikki og man hevði vónir, at nú bleiv tað til tað betra.

Nógv álvarsom mál hava verið frammi ímeðan Steinbjørn Jacobsen hevur verið borgmeistari, men tað hevur ongar fylgir fingið fyri hann og umsitingina. Vit kunnu nevna Phønixmáli, fleiri sethúsamál, byggingin við Kl.vegin, Borðoyavík, grótkasti við sandin osv. Klaksvíkar Kommuna hevur fingið fleiri átalur frá Løgtingsinsumboðsmanni, men har er einki hent. Sær út sum, at ongin hevur ábyrgd av øllum skeivleikunum, sum hendir eru.

Sjálvir havi eg uppliva teirra køldu hond, har eg stríddist ein meiningleysan dyst viðvíkjandi Borðoyavík, men tað skal eg ikki koma inn uppá ídag.

Nú er sjón fyri søgn, har ein samgongumaður fyri og annar eftir leggja árarnar inn. Ein kann spyrja, hvar teir garvaði politikkarnir eru ídag, ætla teir framhaldandi at stuðla hesum monnum.

Fyrr ella seinni kemur allir sannleikin framm og orðataki sigur ”at sannleikin er ofta illa lýddir”.

Símun á Høvdanum