Vetrarítróttirnar eru so smátt farnar í gongd aftur. Hetta er eisini galdandi fyri ÍF Føroyar Hondbólt í Keypmannahavn. Í vikuskiftinum fekk besta mansliðið síni fyrstu stig í hús.
Vetrarítróttirnar eru so smátt farnar í gongd aftur. Hetta er eisini galdandi fyri ÍF Føroyar Hondbólt í Keypmannahavn. Í vikuskiftinum fekk besta mansliðið síni fyrstu stig í hús.
Keypmannahavn: Besta liðið hjá monnunum spælir í aðru deild.
Á heimasíðuni hondboltur.dk stóð soleiðis skriva um dystin:
”Fyrstu stigini í hús”
ÍF Føroyar – Herlev/Hjorten
Liðini fylgdust væl allan fyrra hálvleiki, tó við ÍF Føroyum á odda við 1-2 málum allan vegin. Fyrri hálvleikur var merktur av, at verjan hjá ÍF Føroyum stóð væl, men returrenningin vantaði til tíðir. Hetta hevði við sær, at Herlev/Hjorten fekk nøkur løtt mál. Tað stationera ÍF Føroyar álopið riggaði væl – serliga bakspælararnir fingu nógv burturúr og komu til skot so gott sum hvørja ferð. Hetta gav ÍF Føroyum eina leiðslu á 12-11 í hálvleikinum. 2. hálvleikur helt somu gongd sum fyrri til miðskeiðis í hálvleikinum; ein góð verja, saman við nøkrum bjargingum, loysnaði upp fyri kontraspælinum, ið hevur vantað í dystunum frammanundan. Hetta gav millum annað Rósing nøkur mál, so ein 2-4 málsleiðsla til ÍF Føroyar kom burturúr. Hendan leiðsla bleiv hildin til dystarenda, tá úrsltið var 28-25.
Alt í alt ein góður dystur fyri ÍF Føroyar, har nakrir av teimum feilum frá dystunum frammanundan blivu rættaðir, soleiðis at fyrstu 2 stigini í 2. division nakrantíð komu í hús. Dagsins leikari bleiv Eirikur, sum við 8 málum hevði ein stóran leiklut í sigrinum.
Málskjúttarnir vóru:
Eirikur 8, Rósing 5, Tróndur 4, Hallur 3, Jóannes 3, Rói 2, Andrias 2, Janus 1.




