Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava funnið ódjórið í Loch Ness (ella modellið av tí)

Helgi Abrahamsen

Endiliga er tað eydnast at finna “Nessie” (ódjórið í Loch Ness í Skotlandi) – og tó… Heldur ikki hesaferð vísti tað seg at vera tað veruliga ódjórið.

Í eina tíð hevur (enn einaferð) verið leitað í Loch Ness eftir kenda ódjórinum, sum man vera heimsins mest vitjaða ferðavinnumál, sum eingin hevur sæð.

Og leitingin gav úrslit. Norskt bygdi robotturin, Munin, tók eina sonar-mynd av einum 9 metrar longum ódjóri, sum lá á botninum á Loch Ness. Men nú vísir tað seg, at ódjórið stavar frá eini filmsupptøku frá 1969.

Tá filmurin «The Private Life of Sherlock Holmes» varð spældur, bleiv eitt modell av ódjórinum gjørt til upptøkurnar, men royndin miseydnaðist, tí ódjórið sakk til botns, og har hevur tað ligið síðani – líka til tað nú bleiv funnið.