Ábøtisdagurin hjá KÍ eydnaðist væl, og nú verður hildið fram við at umvæla og betra um ymiskt í felagnum. Millum annað er eitt serstakt fitness-rúm við at taka skap.
Síðst í februar hevði KÍ ein ábøtisdag í felagnum, har umvælingar og ábøtur vórðu gjørdar í kjallaranum í KÍ-høllini og kring vøllin. Ein partur av rekkverkinum varð skiftur út, gólv, veggir og vindeygu vórðu vaskað, og í kjallaranum í KÍ-høllini varð klædnagoymsla skild frá restina av kjallaranum. Eisini eru netini í fleiri av málunum nú umvæld.
Nú verður arbeitt víðari við at gera eitt venjingarhøli í kjallaranum í KÍ-høllini, har ætlanin er, at ein bonkur við vektum, kondisúkklur, renniband, fimleikarimar og annað skal verða tøkt at venja við. Hetta arbeiðið heldur fram, og um onkur hevur hug at veita eina hjálpandi hond, kann viðkomandi ringja til ungdómsvenjaran Finn Johannesen á 212560.
Tað hendir allatíðina nógv í KÍ, og tað eru ikki altíð stundir til at hugsa um umvælingar og ábøtur av tí meira ítøkiliga slagnum, men tað er hugaligt, tá ið fólk vilja hjálpa til, og ábøtisdagurin eydnaðist væl í so máta.
KÍ vil gjarna takka øllum, sum vóru við, og framhaldandi vilja verða við í arbeiðnum at umvæla og betra um karmarnar hjá felagnum.




