Borgarar eru ónøgdir við, at Klaksvíkar Kommuna hevur givið loyvi til útgrevstur til eina verkætlan, ið sambært teimum ikki lýkur tríggjar treytir í byggisamtyktini.
Kæran snýr seg um eina byggiverkætlan, ið skal hýsa skrivstovum, íbúðum og handilsvirksemi, og sum liggur á Fløttinum í Klaksvík, tætt við Kirkjubrekkuna. Kært verður um, at ætlanin er at byggja bæði ov høgt og ov vítt, t.v.s. at verkætlanin kemur at fylla ein størri part av grundstykkinum enn loyvt er. Eisini verður kært um, at har er ov lítið pláss til at kunna gera tey parkeringsplássini, sum byggisamtyktin krevur.
Tekniski stjórin í Klaksvíkar býráð sigur í stuttari viðmerking, at man er farin burtur frá siðvenjuni um, at samlaða verkætlanin skal vera góðkend, áðrenn loyvi verður givið til at fara undir útgrevsturin.
Málið kemur fyri í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini í Klaksvíkar Býráði tann 5. desember, og tá verður støða tikin til, um loyvi skal gevast til m.a. omanfyrinevndu frávik, sum kært verður um, ella um verkætlanin má tillagast.



