Sambært reglugerðini fyri Mentanargrunnin hjá Klaksvíkar Kommunu er endamálið at stuðul tiltøk, sum onkursvegna eru nýbrot – øðrvísi og fjøltáttað. Víðari sigur reglugerðin, at: ”Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Klaksvíkar Kommunu, men kunnu eisini verða aðrastaðni, um hildið verður, at tey promovera Klaksvíkar Kommunu

Mentunargrunnurin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur latið stuðul til 26 ymisk átøk og verkætlanir í 2012 og 2013 fyri tilsamans 350.000 kr.
Í reglugerðini sendur m.a. at Grunnurin er ætlaður at stuðla mentanarligunum tiltøkum í í Klaksvíkar kommunu. Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini. Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking. Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Klaksvíkar kommunu í 2013. Tó kunnu tey eisini vera aðrastaðir, um hildið verður, at tey promovera Klaksvíkar kommunu ella Norðoyggjar.
Niðanfyri hava vit viðheft tvey skjøl sum vísa hvørji tiltøk hava fingið stuðul úr grunninum í 2012 og 2013. Sum sæst eru tiltøkini og verkætlanirnar rættiliga ymiskar.