Í báðum hópunum hjá Slovan Bratislava eru leikarar, ið vóru í hópinum leygardagin, har ein leikari eftir tað bleiv kannaður positivur fyri koronu.
Kringvarpið í Slovakia skrivaði fyrr í vikuni, at mótstøðuliðið hjá Slovan Bratislava var farið í sóttarhald av hesum sama. Og seinni bleiv kappingin í Slovakia steðgað. Men einki er opinbart hent við Slovan Bratislava, sum hevur leikarar í báðum hópunum(sum sum er koyrt í sóttarhald og sum í dag kom til Føroyar), sum spældu við tann dystin. Hesir vóru liðfelagar og av tí sama hava teir helst verið meir saman við korona rakta leikaranum enn mótstøðuleikararnir. Enn eru bara fimm dagar síðani tann dystin.
Sum Norðlýsið skilir, so høvdu leikarar í Føroyum skula í sóttarhald, um teir spældu saman við einum leikara, sum hevði korona. So er spurningurin, hvørjum reglum hesir leikarar koma undir, sum eru komnir úr Slovakia.
SB hevur sambært sport.sk sjey leikarar frá besta hópinum við, meðan restin er leikarar frá eykaliðnum. Heimasíðan skrivar, at millum leikararnar eru hesir: Michal Šulla, Lucas Lovat, Mitch Apau, Erik Daniel, David Holman, Dejan Dražič, Adam Laczkó, Boris Cmiljanič, Samuel Lavrinčík, Martin Hubert, Marek Rigo og Martin Trnovský. Fleiri av hesum spældu við síðsta leygardag, tá ein leikari hjá SB seinni bleiv kannaður og var positivur.




