Vit eru fleiri túsund sjómanskonur í Føroyum.
Men vit eru so at siga ikki umboðaðar í føroyskum politikki.
Tí verða okkara sjónarmið heldur ikki umboðað har, har sum okkara dagligu karmar vera avgjørdir .
Men tað ger einki, halda summi, vit hava tað jú so lætt, og vit hava einki at hugsa um, so okkum nýtist onga rødd á tingi.
Er tað veruliga so?
Svarið er nei!
Eftirsum vit eru einsamallar stóran part av árinum, síggja vit í stóran mun, hvørjar skipanir ikki fungera í Føroyum. Vit hava avgjørt okkara greiðu meiningar. Og sjálvandi eigur ein so stórur samfelagsbókur at vera umboðaður á tingi.
Tað, at eg havi ein sjómann, síggi eg sum ein stóran møguleika at luttaka aktivt í kjaki og politikki. Um kvøldið, tá børnini eru løgst, er góður møguleiki at lesa, skriva og seta meg inn í viðurskifti. Tá maðurin er heima, liggur jú væl fyri at luttaka og skipa fyri.
Eg eri vís í, at um fleiri kvinnur bjóðaðu seg fram og
sótu við róðrið, hevði samfelagið verið betri. Eg eri vís í, at eitt minstamark av tímum varð sett av til okkara børn á ansingarstovnum, at lønin hjá kvinnum var líka sum hjá monnum, at børn okkara gingu í einum fólkaskúla, har ein greið ætlan um at fyribyrgja happing var, at fiskivinnan var rættvísari og at barsilin var minst eitt ár.
Komið góðu kvinnur, veljið broytingar og veljið sterkar kvinnur á ting!
Bjørg Dam




