Ja, eitt Manna! Júmen, er tað ikki bara fyri gibbaligar abbar og babsar við blinkandi glorium? Nei, tað er faktisk fyri øll, sum hava hug til at hugna sær.
Ert tú móð av at keypa bøkur í rúgvuvís um barnauppaling og tannárahandfaring (náttborðið hevur helst ikki gott av at hokna enn meir)?
So kundi tú farið ein túr út í Leikalund, Alfa Bókahandil ella Elding og bara vunnið eitt spæl. Ella mást tú keypa tað. Set teg so niður saman við familiuni og hugni tykkum saman.
Manna er ikki eitt spæl, har tað er givið, at tann klóki, sum plagar at sita á fremsta beinki vinnur… nei, við í spælinum eru eisini sovorðin kort, sum knappliga kunnu venda gongdini á høvdið.
Spurningar, spannir og spøl og allarhelst eisini okkurt at skriva við, er at finna í Leikalund, Alfa Bólkahandil og Elding.




