Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havi stuðlað Norðoyggjum !!

John William Joensen

Vit hava útbygt Tekniska Skúla og stuðlað Badmintonhøllini.

Tað er hugstoytt at lesa tað, sum Karsten Hansen skrivar.

Men ein og hvør klaksvíkingur veit, at meðan henda samgongan hevur sitið, og eg sum landsstýrismaður vegna Fólkaflokkin havi sitið við skúla-, menta- og ítróttarmálum, hevur Klaksvíkin fingið eina nýggja badmintonhøll, og Tekniski Skúli er útbygdur, soleiðis at hølistørvurin hjá HT-útbúgvingini, sum hevur verið óloystur í nógv ár, nú er loystur!

Hjá okkum er tað ikki bara snakk!

Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður og valevni Fólkafloksins