– Hetta hava verið nakrir fantastiskir dagar! Tað halda Marjun á Bergi og Eirikur Gunnarson, sum hava ferðast í Klaksvík á Torra-døgum
Marjun er upprunaliga úr Klaksvík, men flutti úr býnum sum einans 15 ára gomul. Hon og maðurin Eirikur hava búð í fleiri ár á Signabø, men eru nú flutt til Tórshavn at búgva. Tey komu norður til Klaksvík týsdagin í hesu vikuni at lurta eftir fyrilestrinum hjá Pól Sundskað. Hesin fyrilestur var so mikið góður og áhugaverdur, at tey bæði gjørdu at vera verandi í Klaksvík í nakrar dagar.
– Eirikur er sjómaður, so hann er so sjáldan heima, tá størri tiltøk eru. Men nú var hann heima og so hugsaðu vit, at nú skuldi tað verða. Og aftaná tann fyrsta fyrilesturin, so vildu vit bara hava meira. Vit vildu hava alt við!, flennir Marjun, tá eg spyrji hana um orsøkina til, at tey komu norður hesaferð.
Marjun hevur nógva familju í Klaksvík og vanliga plaga tey eisini at gista hjá familjuni. Men á Torradøgum skuldi tað verða nakað heilt serligt. Tey hava tí leigað sær kamar á Hotel Klaksvík (sjómansheimið) og her er gott at vera.
– Har er simpulten so lekkurt. Reint, deiligt og so ótrúliga fitt starvsfólk. Og snakka so ikki um morgunmatin hjá teimum. Tað er ordiligt luksus!, greiðir Marjun hugtikin frá.
Hesar farnu dagarnar hava tey verið til næstan øll Torra-tiltøkini, sum hava verið á skránni. Tey hava verið til listasýning hjá Eyðuni av Reyni, til fyrilestrar í Smæruni við Mortani Johannesen og Finn Kjølbro, til framsýning á fornminnasavninum, tey hava vitjað Dímunarhellið, verið á kafe í Betesda og til fyrilesturin hjá Ársins Leiðarum.
– Tað einasta, sum vit ikki hava verið til, er helst gongutúrurin saman við Jógvani Ravnsfjall. Umstøðurnar á sjómansheiminum vóru so fantastiskar, at vit fingu okkum slett ikki at fara út úr kamarinum so tíðliga um morgunin, sigur Marjun flennandi.
Hon leggur afturat, at tað hevur verið serstakliga stuttligt at hitt so nógv fólk, sum hon kennir, hesar dagarnar.
– Eg kenni næstan øll í Klaksvík, so tað hevur verið fantastiskt bara at ganga runt og heilsa upp á fólk. Nógv av fólkunum hava eisini gingið aftur til fleiri av tiltøkunum, so tað hevur verið ordiliga stuttligt, sigur Marjun.
Hetta er fyrstu ferð, at Marjun og Eirikur hava verið til Torradagar. Marjun er tó púra avgjørd um, at hetta ikki var seinastu ferð hjá teimum.
– Eg ætli mær aftur, tað er so heilt sikkurt. Øll hava gjørt so nógv burtur úr allastaðni og hetta hevur eydnast fantastiska væl. Maðurin er eisini fegin um, at hann endiliga hevur verið heima til eitt tiltak sum hetta, so vit hava longu gjørt av at koma aftur næsta ár!.




