Í sambandi við skrivið, sum fakfeløgini í Norðoyggjum sendu út í morgun, viðvíkjandi arbeiðsplássunum á Kósini, sum eru í vanda orsaka av ætlaðu fiskivinnunýskipanini, veitir Havnar Arbeiðarafelag nú feløgunum í Norðoyggjum sín stuðul.
Í sambandi við skrivið, sum fakfeløgini í Norðoyggjum sendu út í morgun, viðvíkjandi arbeiðsplássunum á Kósini, sum eru í vanda orsaka av ætlaðu fiskivinnunýskipanini, veitir Havnar Arbeiðarafelag nú feløgunum í Norðoyggjum sín stuðul. Felagið skrivar soleiðis:
Í samband við greinina “Hundraðtals arbeiðspláss í vanda”
Vitandi um hvussu fast tað sveið hjá nógvum húskjum tá fiskavirkið í Havn lat aftur, veitir Havnar Arbeiðarafelag sín fulla stuðul til feløgini í Klaksvík í samband við greinina “Hundraðtals arbeiðspláss í vanda”.
Havnar Arbeiðarafelag heitir tí staðiliga á avvarðandi myndugleikar um at bera so í bandi, at nýggja fiskivinnuskipanin ikki hevur ta avleiðing við sær, at fiskavirkið Kósin verður noytt til at lata aftur.
Havnar Arbeiðarafelag
Nevndin




