Soleiðis hevur felagið boðað frá á Facebook í kvøld. Harafturat staðfesta tey, at Annika Olsen framhaldandi hevur nógv gott at geva flokkinum, og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum.
Tað kom fram í Degi og Viku í kvøld, at Havnar Framburðsfelag hevur skotið Sólvit Nolsø upp til ein landsstýrissess.
Tað gera vit, tí vit halda tað verða umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við og á tann hátt framtíðartryggjar flokkin. Sólvit er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikkari fyri flokkin.
Vit stuðla eisini Anniku Olsen, sum hevur verði ein góður politikkari fyri Fólkaflokkin og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum framyvir og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum.
Nevndin í Havnar Framburðsfelag



