Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnar Hornorkestur 110 ár

Danial Viðoy

Norðurlandahúsið verður ramman um eina serliga konsert leygardagin 9. februar. Tað er Havnar Hornorkestur, sum hátíðarheldur 110 ára stovningardagin við stórfingnari konsert.

Norðurlandahúsið verður ramman um eina serliga konsert leygardagin 9. februar.

Tað er Havnar Hornorkestur, sum hátíðarheldur 110 ára stovningardagin við stórfingnari konsert.

Sum vant er talan um eina spennandi og væl samansetta skrá.

Trý føroysk upprunaverk vera frumframførd. Olaf Ellingsgaard, Andras S. Olsen og Regin Winther Poulsen, sum allir spæla í orkestrinum, hava skrivað verkini.

Til jubileumskonsertina hevur Andras S.Olsen gjørt útseting til lag, sum langabbi hansara Óla Jákup í Horni gjørdi til yrkingina hjá J.H.O.Djurhuus “Tey fara framvið”. Óla Jákup í Horni spældi við í Havnar Hornorkestri í nógv ár, og er hetta fyrstu ferð ”Tey fara framvið” er útsett fyri hornorkestur.

Tríggir solistar vera á konsertini. Andras S. Olsen, sum spælir euphoneum, spælir eina útseting yvir ”Carneval of Venice,” Johan Hentze, sum spælir flugelhorn, spælir ”Orange juice” og Ernst Remmel spælir kornettsoloina ”Norma.”

Dirigentur er Ove Olsen, sum hevur verið fastur dirigentur hjá orkestrinum seinastu 40 árini. Ove hevur drúgvar royndir sum dirigentur. Tað munnu vera fá hornorkestur í landinum, hann ikki hevur stjórnað í styttri ella longri tíðarskeið. Seinastu árini hevur hann, umframt at stjórna Havnar Hornorkestri, eisini staðið fyri Klaksvíkar Hornorkestri.

Heini Davidsen, sum er heiðurslimur í Havnar Hornorkestri, verður frásøgumaður til konsertina. Tá orkestrið helt 100 ára jubileumskonsertina fyri 10 árum síðan, var Heini eisini frásøgumaður. Hetta megnaði hann so væl, at tað var ein sjálvfylgja at biðja hann gera tað sama hesaferð. Heini segði ja, áðrenn hálvtala var orð.