Um vikuskiftið var svimjukapping í Klaksvík og Havnar svimjufelag vann heili 24 gull merkir.
Tað verða altíð samanlíkinginar gjørdar millum stórheitstíðina hjá Ægir og so støðuna í dag tá felagið einans megnaði at gerast nr. 5.
Tað er tó eingin ivi um at tað er nógv at fegnast um, men tað er tó ein sannroynd at tað kemur at taka nøkur ár at byggja felagið upp.
Fleiri met
Elspa Mørkøre úr Skeggjum og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimujifelag settu 3 føroysk met í part.
Poula Ø. Mohr (FS) setti met í bólki eitt í 100 metra frísvimjing við tíðini 1.04,78. Gamal metið var 1.06,42. Í 100 metra rygg svimjing setti hon met við tíðini 1.47,46. Gamla metið var 2.04,60. Triðametið hjá Poulu setti hon í 100 m bringusvimjing við tíðini 2.07,44. Gamla metið var 2.08,17.
Elspa Mørkøre úr Skeggjum setti met í frísvimjing við tíðini 1,04,78. Gamla metið var 1.06,42. Í 200 m ryggsvimjing setti hon met við tíðini 2.37,87. Gamla metið var 2.37,66. Í 100 m ryggsvimjing setti hon eisini met við tíðini 1.13,63. Gamla metið var 1,15,10.
Meiri at lesa í blaðnum fríggjadagin




