Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnarbáturin er mannaður

Jákup Ósá

– Vit fara sjálvandi eftir at vinna, hóast Klaksvíkingur og Drekin Reyði eru favorittar, sigur Jógvan Joensen, sum í ár rør við Havnarbátinum.

– Vit fara sjálvandi eftir at vinna, hóast Klaksvíkingur og Drekin Reyði eru favorittar, sigur Jógvan Joensen, sum í ár rør við Havnarbátinum.

Jógvan Joensen er ein av rógvarunum umborð á Havnarbátinum í ár. Hann sigur, at talan er um eina blandaða manning.

– Eg eri 31 ár og elsti maður umborð. Tann yngsti er 20 ár. Teir flestu umborð hava róð í fleiri ár m.a. umborð á Gongurólvi og Ørvi og tríggir róðu við Havnarbátinum í fjør. Tó eru tveir við, sum ongantíð hava róð áður, so hetta er ein blandað manning, sigur Jógvan Joensen við Norðlýsið.

– Vit vilja vinna

Havnarbáturin, sum annars hevur stolta søgu, hevur ikki gjørt nógv um seg seinastu árini. Og elsti maðurin umborð á Havnarbátinum staðfestir eisini, at tað eru aðrir bátar, sum eru favorittar í ár.

– Klaksvíkingur er favorittur saman við Drekan Reyða. Teir umborð á Klaksvíkingi hava nógvar royndir og hava eina greiða ætlan, sum allir koyra eftir. Drekin Reyði prógvaði í fjør, at hann kann vinna. Og so verður eisini spennandi at síggja, hvat Ormurin Langi kann gera. Men sum flest onnur ítróttarfólk, so fara vit eftir at vinna. Vit byrjaðu at at venja regluliga fleiri ferðir um vikuna í november og nú í januar hava vit sett ferðina longur upp, so vit venja fimm ferðir um vikuna. Vónandi kann veðrið loyva okkum at fara í bátin um hálvan mars, sigur ein bjartskygdur og spentur Jógvan Joensen.

Sostatt er greitt, at í øllum førum fýra 10-mannafør fara at kappast um FM heitið í ár. Tey eru:

Klaksvíkingur (Les grein um hann her)

Drekin Reyði (Les grein um hann her)

Ormurin Langi (Les grein um hann her)

Havnarbáturin (Les grein um hann omanfyri)