Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Havnarbáturin í serflokki í FM-finaluni á ólavsøku

Jákup Ósá

Tað bleiv ikki nakar spennandi róður, tá 10-mannaførini róðu FM-finaluna á ólavsøku.

Klaksvíkingur fekk betri start fyrstu tøkini, men so kom Havnarbáturin og tók leiðsluna. Leiðslan øktist ella stóð í stað og í endaspurtinum bleiv meir enn ein heil bátslongd á muni, og tað er nógv á einum 901 metrateini hjá 10-mannaførum. Tvær av síðstu trimum stevnunum undan ólavsøkuni var eisini stórur munur, so heilt óvæntað var tað ikki, at Havnarbáturin vann.

Sostatt er sigursrøðin hjá Klaksvíkingi við fýra FM-heitum á rað steðgað, meðan Havnarbáturin vann sítt 14. FM og tað fyrsta síðani 2008 í stórum stíli á heimasjógvi frammanfyri sera stórari áskoðarafjøld.

Tveir sigrar komu til norðoyggjar á ólavsøku og tað vóru teir báðir bátarnir, ið hava vunnið allar róðrarnar í ár. Fípan Fagra hjá U16 dreingjum og Sundabáturin hjá 6-mannaførum monnum.

Norðlýsið ynskir øllum FM-vinnarunum til lukku við meistaraheitinum.