Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnaviðurskiftini – Fiskimennirnir ?

John William Joensen

Eitt tað mest týðningarmiklastta økið í kommununi eru havnaviðurskiftini, tí tað er her tær størstu inntøkurnar til kommunukassan, koma frá.

Tí eigur Kommunan at hava Havnaviðurskiftini á einum so høgum støði sum gjørligt, tí um stutta tíð fer undirsjóvartunnilin at lata upp og hinumegin holið búgva ikki huldufólk og trøll. Nei – har liggja stórar avbjóðingar, sum fara at dyrgja eftir okkara vinnulívi.
Tíverri hevur Kommunan ikki tikið hetta í nóg stórum álvara, tí havnaviðurskiftini eru út av lagi vánalig. Tað vera nógv arbeiði sett ígongd, men onki verður fullgjørt.
Sum dømi kann nevnast, at bátahylurin í Árnafirði stendur í hálvum gekki, kann snøgt sagt ikki brúkast um veturin. Bátaeigarnir munnu tá illveður er ganga uppi og hyggja at bátinum alla náttina.
Ikki ein gong er ein brúkiligur bátadráttur. Mær vitandi vóru 400 túsund krónur avsettar til bátadráttin, men tann peningurin er ikki brúktur uppá bátadráttin. Og keiøkið er eitt runudíki, alt sum tað er. Eg havi sæð onkrar politikkarar skrivað, at alt er so deiligt nú í Kommununi. Vegir og havnaøki eru asfaltteraði, men hetta kann ikki sigast um keiøki á havnalagnum í Árnafirði.
Tí eigur Kommunan beinanvegin at gera okkurt munagott við øll havnaviðurskifti í kommununi. Og í Klaksvík, sum er størsti fiskivinnu býurin í landinum, má ein ætlan leggjast framyvir, har fiskimennirnir vera meira tilknir við uppá ráð. Tá ið nýggj havnaøki vera gjørd, skal kommunan fyrst forhoyra seg hjá fiskimonnunum og vita, hvussu teir halda at tey bestu havnaviðurskiftini vera gjørd. Hetta, so at teir hava so góðar umstøður sum gjørligt. Tí tað eru fiskimennirnir sum skulu virka á havnaøkinum í framtíðini og ikki slipsamenn í teimum heitu arbeiðsrúminum í kommununi.
 
Atli S.Justinussen
Valevni á lista A
Klaksvíkar Kommunu.