Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havnin: Handlarnir í miðbýnum longur opið leygardagar

Danial Viðoy

Nú fara handlarnir í miðbýnum í Havn at hava longur opið leygardagar.

Nú fara handlarnir í miðbýnum í Havn at hava longur opið leygardagar, frætta vit í tíðindaskrivi frá Visit Tórshavn.

Vanligt hevur verið, at handlarnir í miðbýnum steingja klokkan 14.00 leygardagar, men hetta er nú broytt, so at handlarnir hava opið til klokkan 16.00.

Um jólini fara handlarnir sjálvandi at hava opið upp aftur longur. Meira um hetta verður at frætta í sambandi við jólaskránna, sum kemur út seinni í hesum mánaðinum.

Harleywoodpaint