Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havsbrún 50 ár

Helgi Abrahamsen

Í dag eru 50 ár liðin, síðani sildaverksmiðjan Havsbrún í Fuglafirði tók ímóti fyrstu lastini. Dagurin verður hátíðarhildin við millum øðrum rundvísing á virkinum, móttøku og tónleiki.

Frá klokkan 16 verður møguleiki at fáa rundvísing á virkinum og klokkan 17:30 verður móttøka í kantinuni. Har verður ein bóklingur at fáa um Havsbrún gjøgnum 50 ár og eisini verða røður hildnar.

Grottukonsert

Klokkan 19 byrjar eitt tónleikatiltak innií nýggju tunlunum omanfyri Havsbrún, og har verður eisini okkurt at fáa til matna.

Tey sum fara at framføra á konsertini verða:

– Fuglafjarðar Hornorkestur

– VEGA

– Tórshavnar Manskór

– Lena & Niclas

– Marius Ziska

– Punjab

Tey sum ætla sær á konsert eiga at lata seg hampiliga væl í, tí tað kann vera køli í tunlunum, siga tey á Havsbrún.

Harleyfacadeacryl