Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havsbrún á veg inn

Norðlýsið

 Nei, fiskiskapurin hevur ikki verið góður hendan túrin. – Tað segði skiparin á snellubátinum Havsbrún fyri løtu síðani tá vit tosaðu hann um telefonina.

Vit hava verið eystanfyri og hava roynt í tríggjar dagar og hava 9.000 pund av upsa. Eg veit ikki, streymurin hevur verið sera harður, og nú bleiv bara illveður, so vit valdu at fara inn. Ein rættuliga hørð mysing stendur eisini fyri.

Tað er ringur sjógvur akkurat í løtuni nú vit sigla, segði Óli Olsen at enda.