Í gjárkvøldið fekk 8 ára gamli Markus L. Jacobsen boð frá Norðlýsinum, at fløskuposturin hann kastaði út frá útróðrarbátinum Havsbrún á Sjómannadegnum í august í fjør varð afturfunnin. Vit kundu boða Markusi frá, at Havsbrún kom á Klaksvík um nakrar tímar, og teir høvdu fløskupostin við.
Óli Olsen, skipari á Havsbrún ringdi nevniliga til Norðlýsið í gjárkvøldið og boðaði frá fløskupostinum og vit avtalaðu so við Markus og pápa Hansara um at vit skuldu vera á støð, tá Havsbrún kom á Stengurnar.
Havsbrún roynir eftir upsa við snellu, teir eru tríggir mans við, og orsakað av trupuleikum við elveitingini umborð, komu teir inn í gjárkvøldið.
Óli Olsen, skipari á Havsbrún greiðir frá, at ímeðan teir liggja og snellast í høgættarvindinum í gjár, umleið 23 fjórðingar norður úr Viðoynni, kemur ein plastfløska og rekandi fram við skipssíðuni. Í fyrstu atløgu var tað einki serstakt, men knappliga kemur róp í, at ein seðil er í fløskuni.
Menn vóru skjótir eftir langhaka og fløskan bleiv krøkt umborð. Bilsnir gjørdust vit, tá tað einasta sum stóð á pappírinum, umframt prentaði teksturin frá Sjómannadegnum og Eik Banka var navnið “Markus L. Jacobsen” skrivað við kúlupenni.
Eg vitsti beinanvegin, at Markus var við okkum, ímillum øll hini børnini, sum kastaðu fløskupostar á Sjómannadegnum í august í 2013.
Hvar hesin floskuposturin hevur verið alla hesa tíð, er ilt at spáa um, hann er í hvussu so er ikki komin av landinum ídag ella í gjár, tí høgætt og eysturætt hevur verið seinastu dagarnar.
8 ára gamli Markus var glaður at fáa fløskupostin aftur og nógv at hugsa um – afturat tí fekk hann ein snotuligan ryggsekk frá Eik Banka.
Havsbrún skuldi avstað aftur um so var at elmaðurin fann útav trupulleikanum, manningin fekk døgurða ímeðan vit vóru umborð saman við Markusi og eftir fløskupostinum – Í skiparastólinum á Havsbrún vísur ein glaður Markus fløskupostin fram.




