Tað er merkisvert hvussu baði politiska skipanin og vinnan leggja sjógv til seinasta tilmælið frá Havstovuni. Eisini tey sum annars hava tosað hart um týdningin av at fylgja lívfrøðiligu ráðgevingini tala nú alment at. Sjálvt landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sum annars hevur verið heitur talsmaður fyri at fylgja undanfarnum tilmælum frá Havstovuni, er nú ikki so avgjørdur.

Hóast landsstýrismaðurin tosar um politiskar raðfestingar og umsitingarligar ætlanir og at hann ætlar at lurta meira eftir fiskifrøðingum, so vil hann nú ikki læsa seg fastan í tilmælinum frá Havstovuni. Í samrøðu við KVF fyri kortum var hann sera lítið ítøkiligur og vildi heldur ikki lovað at skerja allar óbrúktu dagarnar burtur, sum Havstovan mælir til.
Og tað er púra greitt at tað er ikki undirtøka í samgonguni fyri at fylgja tilmælinum frá Havstovuni eftir at Óluva Klettskarð, løgtingslimur í Tjóðveldi gjørdi greitt at hon ikki vil verða við til at avtaka útróðrarflotan. Formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Jónleif Jóhannesen, segði í samrøðu við Norðlýsið og í kjaksending á R7 at tilmælið var alt ov víðgongt og setti spurnartekin við um Havstovan tók politisk atlit.
Hesar útsøgnirnar eru merkisverdar tí hettar eru annars flokkar sum hava harta undanfarnu samgongu fyri ikki at fylgja tilmælinum frá Havstovuni.
Finnbjørn Vang, sum var valevni hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum, til seinasta løgtingsval og hevur verið sera sjónligur í kjakinum um fiskivinnupolitikkin, hevur nú mist álitið á Havstovuna og viðmerkingin hjá honum lýsir ógvuliga væl at Havstovan í dag hevur ein stóran trúverdigheitstrupuleika.
Finnbjørn Vang: ……betur var um Havstovan varð avtikin. At politikarar yvirhøvur meta stovnin sum álítandi vegleiðing, sigur nakað um hvussu lítla vitan og virðing tey hava fyri fiskimanninum. Havstovan hevur mist ALT trúvirði aftaná nýggjasta tilmælið!
LURTA eftir kjaksending um áseting av fiskidøgum fyri fiskiárið 2016/2017 sum var á R7 fríggjadagin