Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Havsvimjarar aftur á Borðoyarvík í morgun

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani fingu vit hesar myndirnar av røsku havsvimjarunum á Borðoyarvík í morgun. Sjálvt um veðrið er so, at tey helst eru mong, ið ikki hætta sær út í morgun, so helt veðrið ikki havsvimjarunum aftur í morgun.

Høg flóð, fitt av runi og regn. Tó fóru hesar báðar á bláman í morgun og sum sæst á myndunum, so hugnaðu tær sær óført. Tær hildu, at umráðandi var at svimja og halda seg í form, nú korona herjar.

Tað er uppbyggjandi at finna upp á okkurt annað, enn at sita inni og tosa um sjúku – her er ein møguleiki.

Harleyfacadeacryl